Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár var talið av gistingum á gistingarhúsunum 45.577, samanborið við 99.942 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein minking við 54%. Minkingin var ógvislig frá mars til juni, meðan ikki er so stórur munur á juli nú og í árunum frammanundan.

Nógv størsta minkingin í gistingunum í ár hevur verið uttan fyri Tórshavnarøki, har gistingarnar hesar sjey mánaðirnar eru minkaðar niður í ein fjórðing, meðan tær eru minkaðar við knappliga helvtini í Tórshavnarøkinum.

Verður hugt eftir, hvagani tey vitjandi á gistingarhúsunum koma, vóru nógv tær flestu gistingarnar hjá ferðafólki úr Danmark, svarandi til 43% av øllum.

Undir myndunum og talvunum er lýst, hvat er ein gistinátt og hvat er ein innskriving. Viðmerkjast skal eisini, at her umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús, íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini. Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar at finna, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar.

Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo