Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Liðugt viðgjørd á sjúkrahúsunum

Spurningar:
1. Hvussu nógv hava liðugt viðgjørdir sjúklingar á sjúkrahúsunum kostað sjúkrahúsverkinum, og hvussu nógv hava tey verið árini 2015-2023?

2. Hvussu stórur partur av hesum hava verið yvir 67 ár?

3. Hvørja hugsan hevur landsstýriskvinnan um at taka gjøld frá avvarðandi myndugleikum fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum upptaka pláss í sjúkrahúsverkinum?

Viðmerkingar:
Í nógvum umførum hevur verið umrøtt, at tað er kostnaðarmikið og seinkar viðgerðum í sjúkrahúsverkinum, at so nógv liðugt viðgjørd eru inni á sjúkrahúsunum.

Millum annað í 2013 varð umrøtt at seta eina skipan í verk, sum gav sjúkrahúsverkinum møguleika at senda rokning til avvarðandi myndugleikar fyri hesi liðugt viðgjørdu, men sum skilst bar tað arbeiðið ikki á mál.

At taka gjøld fyri liðugt viðgjørd er tó ikki heilt ókent, tí tað hevur verið heimild fyri hesum galdandi fyri psykiatriska depilin í ávísum førum síðan 2011.

Verandi skipan, har onki gjald verður tikið frá avvarðandi myndugleika í flestu førum, merkir, at tað í nógvum førum kann vera ein beinleiðis sparing hjá millum øðrum Almannaverkinum og eldrasamstørvunum ikki at taka ímóti fólkum, sum tey annars hava ábyrgdina av.

Havandi hetta í huga, umframt skjótt vaksandi bíðilistarnar til nógvar viðgerðir orsakað av verkfallinum í heyst og at líknandi skipanir ikki eru ókendar í okkara grannalondum, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni.

Á Løgtingi, 23. november 2023
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo