Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Javnaðarflokkurin: Mikukvøldið 7. februar verður danski rithøvundurin Glenn Bech í Smæruni í Havn.

Har fer hann at tosa um sítt viðurkenda stríðsrit, Jeg anerkender ikke længere jeres autoritet, sum er eitt gløðandi, bersøgið og eymt manifest um stættarstríð, privilegieblindni, proletarar og elitu, moralismu og hykl, um at vera samkyndur í útjaðaranum, og um tey, sum altíð fáa talutíð, og tey, sum hinvegin ikki halda seg hava rætt til eina rødd.

Við vreiði, øvund og humor fer hann at siga sína søgu um sosialan ójavna, og hvussu vit sum samfelag eiga at viðurkenna, at øll ikki hava javnbjóðis møguleikar.

Javnaðarflokkurin skipar fyri tiltakinum, sum er alment. Ókeypis atgongd.

Um Glenn Bech

Glenn Bech er 32 ár, útbúgvin sálarfrøðingur og viðurkendur rithøvundur og debatørur.

Hann vaks upp í einum arbeiðaraheimi í Horsens. Har búði hann saman við lítlabeiggjanum og mammuni, sum koyrdi buss. Pápin var postmaður, drakk illa og tók lívið av sær, tá Glenn var fimm ár. Sum samkyndur kendi hann seg eisini bæði einsamallan og fremmandan í uppvøkstrinum.

Við yrkingasavninum og kjakbókini, Jeg anerkender ikke længere jeres autoritet, sum kom út í september 2022, tendraði hann aftur orðaskiftið um stættarstríðið í Danmark.

Bókin hevur sum heild fingið góð skoðsmál. Í fjør fekk hann Politikens Litteraturpris fyri manifestið, sum eisini var skrivað til leikrit og sett á pall við góðum úrsliti. Hann fekk eisini viðurkenningina Den gyldne Grundtvig 2023. Manifestið var somuleiðis týtt til týskt.

Fyrr hevur hann fingið bæði Blixenprisen og Munch-Christensens Kulturlegat fyri sína fyrstu skaldsøgu Farskibet.

Sagt og skrivað

“Hans manifest er en redningsplanke til dem, der føler sig undertrykt og alene.”

- Politiken

“Umuligt ikke at blive provokeret klogere”

- Weekendavisen

“I bogen peges der fingre. Men der peges også fingre af dem, der peger fingre.”

- Altinget

“Glenn Bech formår i sine bøger at oplyse om de ikke-privilegerede, og han synliggør og anerkender disse grupper i deres egen ret med både værdighed og myndighed. (..) Glenn Bech går litterært i spidsen for et nødvendig og udfordrende opgør med de politiske, økonomiske og kulturelle strukturer, der skaber det danske klassesamfund.”

- Úr grundgevingini fyri gyldne Grundtvig 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo