BirkBlogg: Undir krígnum teknaði William Heinesen hesar báðar meistarligu pastellmyndirnar, fyrst av brúnasíðu kræddarunum á einum føroyskum nevndarfundi til vinstru, og so hina meiri ertandi spesifikku frá fundi í partafelagnum Trøllakambi til høgru.
Burtursæð frá Pipari og Salt og Amatøroyar, er synd at siga, at vit í nýggjari tíð eiga tílíkar satirikarar, ið traðka fram at halda eina revsandi sjálvsmynd fram fyri okkum. Í hesum nærum fulkomna satiruloysi verður hon latin upp til okkum sjálvi at skapa, satiran.
Tá tær almennu nevndarsamsýningarnar hjá øvrigheitspersónum í Føroyum við jøvnum millumbilum verða kunngjørdar, er tað við ikki sørt av satiru í huganum, at eg lesi tølini, sum leska hesar ómutraðu og tó mammonstystu nevndarsálir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo