Hagstovan: Ferð er komin á fólkavøksturin aftur eftir nøkur ár við lutfalsliga lítlum vøkstri. Nærum 900 fólk ella 1,6 prosent løgdust afturat seinasta árið. Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani. Meginparturin av vøkstrinum kemur frá nettoflytingini, sum er nærum seksfaldað í mun til undanfarna tíðarskeið.
Ein stórur partur av flytingunum millum Føroyar og útlond fer fram um summarið. Mong flyta til Føroya í juli og uppaftur fleiri flyta úr Føroyum í august, millum annað í lestrarørindum. Tað sæst aftur í fólkatalinum soleiðis, at tað veksur fram móti august og síðani minkar aftur. Tað sæst aftur í myndini niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



