Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tann føroyski marknaðurin er kanska ikki tann mest lukrativi at selja sjokulátu og góðgæti í. Men tað ber væl til, hevur smápartafelagið Gómagott við heimstaði í Hoyvík prógvað.

Fimti ársroknskapurin er nú tøkur, og á gongdini sæst ein vaksandi bruttovinningur ár eftir ár, og tað týður uppá eina vaksandi sølu, sum tó ikki altíð hevur materialiserað seg í einum vaksandi yvirskoti eisini  - tó at øll ár hava tølini á botnlinjuni verið svørt.

Bruttovinningurin í fjør var 2,8 mió kr sum skal samanberast við 2,4 árið fyri og ein miðalbruttovinning hesi fimm árini uppá 1,9 mió kr.

Vinningurin eftir skatt var 30 tkr, sum skal samanberast við 165 tkr sum er miðal somu fimm ár.

Starvsfólkakostnaðirnir eru vaksnir øll árini og vóru í fjør 2,6 mió - nærum 400 túsund krónur meira enn árið fyri.

Javnin var slakar 1,7 mió kr og eginognin 752 tkr.

Stjórar eru Høgni og Kirstin Hammer.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo