

Inflasjónin ella prísvøksturin í evrulondunum er minkaður enn meira enn væntað frá novembur til desembur, og tað eigur at koma sum góð tíðindi hjá nógvum.
Tað skriva fleiri miðlar, sum eisini hava tosað við búskaparfrøðingar.
Bloomberg skrivar, at flestu serfrøðingar roknaðu við at inflasjónin fór at minka úr 10,1% í novembur niður í 9,5% í desembur, men nú gjørt er upp sæst, at inflasjónin var 9,2%.
Tað kemur væl við, tí tað minkar um trýstið á hækkandi prísirnar eins og renturnar.
Kjarnuinflasjónin, sum er inflasjónin tá orka og matvørur ikki eru við, er tó farin eitt kvink meira upp enn væntað. Kjarnuinflasjónin hækkaði til 5,2% frá 5% har væntaði vøksturin var 5,1%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo