Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í tíðindunum klokkan 18 sigur tú teg ikki kenna teg aftur í tí, sum eg førdi fram. Ja, tú rørt beinleiðis fram undir, at eg sigi ósatt.

Tann føroyska sendinevndin til Norðurlandaráðið, vit báðir, Johan Dahl, og tveir skrivarar úr Løgtinginum vóru á óformellum fundi í Stockholm við formannnin í donsku sendinevndini til Norðurlandaráðið, Lars-Christian Brask, og tveir skrivarar, sunnukvøldið tann 4. februar. Vit vóru sostatt sjey fólk við borðið.

Hetta vóru fáir dagar eftir at danska sendinevndin hevði havt fundin (31. januar), har avgjørt varð at vraka ætlaða uppskotið um at Føroyar, Grønland og Áland skuldu fáa fastan limaskap í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.

Á fundinum í Stockholm greiddi danski formaðurin, Lars-Christian Brask, okkum frá, at tá uppskotið hevði verið til viðgerðar í donsku sendinevndini, vóru tey tikin á bóli av hørðu mótstøðuni frá tær, Anna.

Og tá teirra fatan tí var, at føroyingar ikki tóku undir við hesum uppskoti, sum fyrst og fremst snúði seg um Føroyar og Grønland, so gjørdi Lars-Christian Brask av, at taka málið av skránni og boða skrivstovuni hjá Norðurlandaráðnum frá, at fráboðaða uppskotið ikki kom fyri í Stockholm kortini.

Og eg kann skoyta uppí, at eg í Stockholm eisini fekk orðið á næstforkvinnuna í donsku sendinevndini, Annettu Lind, ið segði nett somu søgu sum formaðurin, Lars-Christian Brask.

Har var eingin ætlan um at geva málinum nýggja viðgerð, eins og tú nú rør fram undir.

Einasta grundin til at málið nú kortini verður tikið upp aftur og at danska sendinevndin vónandi fer at leggja uppskotið fram er, at føroysku og grønlendsku sendinevndirnar í felags skrivi hava heitt á donsku sendinevndina um at gera hetta.

Nú royna vit, grønlendsku og føroysku sendinevndirnar í felag, at fáa málið aftur á beint.

Vónandi ber tað á mál. Hetta gevur okkum ikki fullan limaskap, tað eru vit greið yvir, men við hesum fáa vit munandi betri umboðan í Norðurlandaráðnum.

Og hetta linkar á ongan hátt um okkara ynski um fullan limaskap.

Erling Eidesgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo