Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Veðrið í morgin verður líkt tí í dag, kanska við enn meira vindi, uppí skrið ella storm í hvirlunum, 25 ms, ættin verður útsynningur, turt fyrrapart men ælaveður seinnapart og hitin um 8 stig.

Týsdagin heldur minni vindur, uppí hvassan vind ella skrið, 18-23 ms, útsynningur og okkurt æli fyrrapartin, hitin 4-7 stig.

Mikudagin verður nógvur vindur, skrið ella stormur, í hvirlunum kolandi stormur, 33 ms, framvegis útsynningur, turt fyri tað mesta og hitin eini 7 stig.

Hósdagin makar hann sum frálíður vindin og tað verður kaldari, niður ímóti frostmarkinum og nakað av avfalli kemur, kanska sum kavi ella vátaslettingur. Ættin ímillum vestan og útnyrðing.

Fríggjadagin verður lítil vindur, gul av ymsum ættum, tó mest vestaneftir, nógv regn serliga mitt á degnum og lýggjari, sum frálíður upp í 7 stig.

Næsta vikuskifti verður aftur nógvur vindur av vestri og ælaveður, hitin millum 4 og 8 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo