Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ársúrslitið hjá partafelagnum Nærabergi var góðar 40 mió kr eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við soltnar 847 tkr árið frammanundan. Bruttovinningurin vaks við stívliga 100 mió kr, úr 64,5 mió kr í 2022 til 169 mió kr í fjør.

Næraberg eigur skipini Norðing og Borgaran, umframt pørini Skoraberg, Fuglberg, Jaspis og Ametyst gjøgnum dóttirfeløg.

Nettosølan vaks úr 165 mió kr í 2022 til 338 mió kr í fjør.

Í frágreiðingini sigur leiðslan soleiðis um gongdina:

"Næraberg hevur keypt allar sínar kvotur, skilt á tann hátt, at felagið hevur keypt skip við rættindum frá øðrum feløgum, og hevur Næraberg sostatt ikki fingið hesar kvotur ókeypis. Tá hetta varð gjørt var politiski viljin, at skipatalið skuldi minkast, og hetta hevur Næraberg verið við til.

Tá politiska skipanin árini 2015 - 2019 umskipaði býtið av kvotum, vórðu t.d. umleið 39% av felagsins svartkjafti tikin frá felagnum og útlutað til aðrar ella sett á sølulista sum kvotukeyp.

Fyri framhaldandi at kunna hava nøktandi kvotur varð neyðugt hjá Nærabergi at keypa nakað av hesum kvotum á uppboðssøluni sum 3. og 8. ára loyvir - hesar kvotur vóru sostatt í prinsippinum keyptar fyri aðru ferð. Gjaldið fyri hesar keypskvotur gjørdist høgt, og hetta hevur og fer at ávirka raksturin hjá felagnum framyvir til 2026.

Makrelfiskiskapur fyri aðrar
Sum tað framgongur av heimasíðuni hjá Vørn, so fiskaði felagið í 2023 umleið 21.100 tons av makreli. Harav fiskaði felagið umleið 5.000 tons fyri aðrar (partrolarar og línuskip), so hesar manningar á hesum skipunum eisini kundu fáa part av makralfiskiskapinum. 

Sambært Vørn fiskaði felagið Næraberg fyri 120,1 mió kr av makreli, og av hesum umboðaðu partrolararnir/línuskipini umleið 28 mió kr. Av hesum 28 mió kr eru 60% ella 16,8 mió kr fluttar til partrolararnar/línuskipini at býta við manningina."

Fíggjarstøðan hjá partafelagnum Nærabergi javnvigaði við 440 mió kr og eginognin var 58 mió kr.

Hanus Hansen er stjóri í felagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo