Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í dag eru 80 ár síðani tú bleiv borðin í heim, í Horni á Sandi.

Góði Sofus, eg var 14 ára gamal, tá eg fór til skips saman við tær, tað blivu 2 ár, tú var góður við meg.

Sjógvurin bleiv títt arbeiðspláss og havið tín grøv. Títt fulla navn er Sofus Valbjørn Jóhan Lognberg.

Sum 14 ára gamal var tú í einum gummibáti, tú plagdi at siga, at gummibát fór tú ongantíð í aftur, men sum 22 ára gamal endaði tú í gummibátinum hjá Nólsoyar Páll og kom ongantíð aftur.

Eftir sat kona og børn.

Eg havi góð minnir um teg Sofus, altíð glaður og skemtandi.

Mangan, tá bylgjurnar hava gingið høgt í mínum lívi, kemur tú fram í mínum huga. Tað hevur mangan kenst, sum tú legði hendur tínar á herðar mínar.

Ein dag skula vit møtast aftur, tú kæri bróður.

Takk fyri tíðina mín góði beiggi.

Gerhard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo