Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hjartaliga tillukku við sosialráðgevaradegnum.

Í dag er týsdagur 21. mars 2023, sum er “World Social Work Day” – alheims sosialráðgevaradagur.

Ein dagur, har vit heiðra sosialráðgevum í allari verðini.

Í tí sambandi vil Sosialráðgevararafelagið senda eina heilsan til allar sosialráðgevar í Føroyum fyri at rósa tykkum fyri tað sera týdningarmikla arbeiðið, ið tit gera í dagsins samfelag.

Sosialráðgevarar síggjast og hoyrast ikki so nógv í almenna samfelagskjakinum.

Tað verður sjálvdan flagga við hvussu stóran týdning sosialráðgevar hava á øllum økjum í okkara samfelag, serliga soleiðis, at tey, sum eru ringast fyri, kunnu kenna seg trygg í hesum sera ótryggum tíðum, sum vit liva í fyri tíðina.

Ein sosialráðgevi er forkempari fyri sosialum rættvísi og brúkar sín kunnleika til at gera lívsumstøðurnar betri hjá fólki.

Sosialt arbeiðið er trygdarnetið í samfelagnum og sosialráðgevin tryggjar at netið fangar tey, sum hava tørv á hjálp.

Hesin serligi førleikin ger sosialráðgevan til eitt ómissandi tilfeingi fyri samfelagið.

Stóra takk fyri tað megnar arbeiðið tit gera innan Almannaverkið, Sjúkrahúsverkið, Barnaverndarøkið, Skúlaverkið, kriminalforsorgina og innan privat feløg og áhugafeløg.

Felagsins vón er, at okkara politikarar fáa eyguni upp fyri, at tað eru sosialráðgevar, sum hava fingurin á pulsinum og tættastu relationina, tá ið tað snýr seg um at hjálpa okkara veikastu og tey, sum eru illa fyri sosialt í samfelagnum.

Stóra takk fyri tað megnar arbeiðið, sum tit sosialráðgevar gera í gerandisdegnum.

Nevndin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo