Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Góðu veljarar!

Eg bjóði meg fram á triðja sinni og eg havi gott áræði at halda fram við politiska arbeiðinum.

Eg ynski at vera við til, at øll fólk skulu mennast og trívast í Føroyum.

Til hetta løgtingsvalið havi eg savnað meg um hesi øki og borið míni sjónarmið fram í skrift og/ella talu.

Økini eru:

Vinnulívið - skapar vøkstur, menning og vælferð

- Ríkisfelagsskapurin - hevur virði og gevur møguleikar

Náttúra og orka - vit eiga at velja og menna grønar orkuloysnir

Heilsu-, almanna- og skúlaøkið - eiga javnt og samt at mennast

Búskaparstýring - er altíð neyðug

Samferðsluútbyggingar - menna altíð samfelagið

Øll økini hava týdning og ikki ber til bert at taka eitt burturúr, tí alt hongur saman, so ella so.

Sambandsflokkurin sær samfelagið sum eina heild og ikki í brotum.

Kom við á tryggu leiðina og vel ein sterkan Sambandsflokk á Løgting hesaferð.

Eg bjóði meg fram!

Gott val!

Magnus Rasmussen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo