Byggifyritøkan Articon við heimstaði í Havn verður ofta sett í samband við góðsku og álit. Arbeiðið er liðugt til tíðina og er væl úr hondum greitt.
Kvalitetur kostar, plagar man at siga, og tað er kanska tað sum sæst aftur í tølunum hjá Articon. Tí seinastu 10 árini hava stovnararnir og eigararnir, sandingarnir Jón Sigurdsson og Niclas Joensen, havt væl yvir 200 milliónir krónur í vinningi tilsamans.
Árið í fjør var onki undantak, tí tá lógu 24,8 mió kr eftir á botnlinjuni tá hvør hevði fingið sítt. Tað skal setast í mun til 16,8 mió kr árið fyri, og vøksturin kemur beinleiðis frá øktari sølu, sæst. Sølan vaks úr 338 mió kr í 2021 til 489 mió kr í fjør.
Í frágreiðingini sigur leiðlan, at vøksturin er nakað størri enn roknað var við.
- Sum heild gingu flest allar verkætlanir sum ætlað, og úrslitið í mun til virksemið gjørdist rímuliga nøktandi, verður sagt. Um framtíðina verður sagt, at roknað verður við heldur størri virksemi í ár enn í fjør og at úrslitið verður nakað betri.
Fíggjarstøðan javnvigar við 318 mió kr og eginognin er 122 mió kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo