Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Borg hevði eitt gott ár í fjør.

Hóast vinningurin seinastu trý árini hevur verið minkandi, so er kortini talan um eitt yvirskot uppá góðar 10,6 milliónir krónur eftir skatt.

Til samanberingar kann nevnast, at vinningurin í 2021 var 12,5 mió kr og í 2020 var vinningurin 11,2 mió kr.

Í frágreiðingini sigur ein annars fáorðað leiðsla, at hon metir ársúrslitið vera nøktandi, og leggur afturat, at vøksturin seinastu árini fer at vera avtakandi og kemur tey komandi árini at finna eina meira javna legu.

Verður hugt nærri at tølunum sæst, at tað eru vaksandi útreiðslurnar til starvsfólk sum gera, at úrslitið er minkandi, tí bruttovinningurin hevur verið at kalla støðugur.

Borg er væl fyri fíggjarliga við einum javna uppá smáar 127 mió kr, harav eginognin er helvtin, ella 63 mió kr.

Rodmundur Nielsen er stjóri í Borg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo