Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Flutningsfelagið Gundur's Bussar í Havn hevði eitt gott ár í fjør.

Felagið hevði 7,7 mió kr í vinningi eftir skatt, tað skal samanberast við 9,4 mió kr árið fyri men annars eitt miðal ársúrslit uppá 2,4 mió kr seinasut 17 árini.

Høvuðsvirksemið er busskoyring. Fyritøkan rekur millum annað bussleiðina í Tórshavnar kommunu.

Starvsfólkahópurin er vaksin stútt og støðugt hesi árini, seinastu trý árini eru yvir 35 mió kr goldnar í lønum, harav smáar 13 mió kr í fjør.

Fíggjarstøðan javnvigar við 12,8 mió kr eftir at skuldin er minkað úr góðum 19 mió kr við árslok í 2019 til góðar 7 mió kr við árslok í fjør. Eginognin er nú 5,5 mió kr.

John Fonsdal er stjóri í Gundur's Bussar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo