Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Seinnapartin varð boðið til almenna móttøku á Giljanesi, nú stásiligi og sermerkti bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum er liðugur. Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fegnast um, at Sjóvinnustýrið nú kemur heim aftur vestur í Vágar.

- Tað hevur altíð verið høvuðsuppgáva Javnaðarfloksins at knýta fólk og land saman. Henda uppgávan er áhaldandi og minst líka umráðandi í hesum tíðum. Vit vilja hava einar Føroyar, har fólk í øllum økjum í landinum hava somu møguleikar”. Jóhannis leggur aftrat, at: 

- Vit vilja tí, í tann mun tað ber til, leggja nýggj almenn arbeiðspláss uttan fyri høvuðsstaðin”.

Tað var í 2002 at táverandi landsstýrismaður, Jørgen Niclasen, gjørdi av, at Sjóvinnustýrið skuldi staðsetast í Vágum. Í 2016 mátti Sjóvinnustýrið flyta úr Vágum, tí bygningurin ikki leyk neyðug myndugleikakrøv. Árið eftir tók táverandi samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn avgerð um, at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan bygning á Giljanesi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo