Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Við nýggju havnaútbyggingini verður alt økið við Eystaruvág ruddað fyri verandi virksemi, sum flytur longur út á Skansabryggjuna. Tá fara einir 26.000 fermetrar av asfalteraðum lendi at standa óbrúktir.

Tað er á hesum ómetaliga stóra øki, at ein dómsnevnd mælir til at brúka 2000 fermetrar til Tjóðleikhúsið – tað vil siga um 7,5% av samlaða økinum. Og tá er sjálvur Bursatangi ikki íroknaður.

Tjóðleikhúsið verður 150 metrar frá Tinganesi. Tað er nærum líka langt burturi frá Tinganesi sum teir 200 metrarnir yvir til stóra ídnaðarøkið á Vestaruvág við Bacalao, Skipasmiðjuni MEST og virkseminum har.

Myndin vísir nøkurlunda støddina á einum komandi tjóðleikhúsi og stóra parkeringsøkinum við Havnargøtu. Sum sæst verður tómligt her, tá alt virksemið er flutt út í nýggju havnina – eisini, um eitt tjóðleikhús verður bygt við Havnargøtu.

Plássið millum havnarskrivstovuna og Kongabrúnna verður, tá flytingin er liðug, ómetaliga vælegnað til eina veruliga promenadu við caféum, matútsølu av ymsum slagi og undirhaldi, samstundis sum tað kann hýsa størsta parkeringsplássi í landinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo