BirkBloggur: Fyri fyrstu ferð hevði Kringvarpið fingið atgongd til stóra grannahúsið, Norðurlandahúsið, at avvikla tann partin, sum valkvøldið lá uttanfyri nýggju Dag-og-Viku-stovuna í Útvarpshúsinum.
Logistiskt var tað gott, tí avtalur kundu gerast við øll tey relevantu fólkini at vera ymsa staðni í húsinum, so hvørt tørvur var á teimum. Og sum krúnan á verkið kundi formansumfarið gerast klárt, og tað av einslistum, beint har fólkið savnaðist, og tó til viks, so tað ikki sást í nøkrum kameravinkli, hóast fólk koma og fara í gongini og savnast at seta seg við borð og fara á vesi at greiða sær.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo