Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Býr tú í Havn og ert umgyrdur av grafiskum larmi, so eru her eini góð ráð, ið kosta 75 krónur hvønn vegin: Ein rundtúr um Skálafjørðin meðan kavin liggur ein sunnudag.

Á upphugsaða ljóðsporinum kundi tú havt "Mær er sagt um ein stað í tí høga", har afturvendandi setningurin er um eitt bil, so eri eg har ella í hinari týðingini Tonk - ein dag eri sjálvur eg har.

Fyrra versiónin kennist mær rættari at brúka til biltur í dag, meðan hin seinna er beint til jarðarferð. Svenska Lydia Lithell yrkti sálmin í 1947, "Jag har hört om en stad ovan molnen", tíggju ár innan hon doyði, bara 48 ára gomul, sama ár eg varð føddur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Afturvið russiskum murri kanst tú koyra runt fjørðin og njóta sýnið, tá tú kemur út úr Havnartunnlinum, leggur teg í høgra borð úti í Rók og heldur fram í sama borði móti Rituvík og sært Nólsoynna frá hinari síðuni.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo