At lasta av øvund er at rósa óbeinleiðis
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Í gomlum kovboyfilmum kom orðið watering hole fyri. Ein hylur, sum hestarnir kundu drekka úr. Í dag verður orðið brúkt um skeinkistøð í býnum. Eitt tílíkt er Sirkus í Vágsbotni í Havn. Har hevur Sunneva Háberg Eysturstein í langa tíð skipað fyri opnum plátuspælara og mikrofon. Undir heitinum Vinylgripir spældi eg hóskvøldið úr 50 ára gomlu plátuni Grievous Angel hjá Gram Parsons.

Sum ein disclaimer innleiddi eg við at siga, at sagt verður, at tá tú ert 33, lurtar tú ikki longur eftir nýggjum tónleiki. Eg eri tvær ferðir tann aldur og lurti hvønn dag eftir nýggjum tónleiki. Nýggjasta, er Lena Anderssen, har eg eri serliga hugtikin av seinasta sanginum á nýggju plátuni, Good to be kind, sum við piano í miðdeplinum kundi verið ein tíðarleys Caren Carpenter, sum sang í einum hugsaðum Rodgers og Hammerstein leiki, men hetta er føroyskt frá Lenu og Niclas Johannesen okkara millum í dag. Ein hugtakandi referansa, sum ber ein framúr sang gjøgnum nógvar tíðarlummar.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo