40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eitt ferðsluóhapp í Kollfjarðartunlinum í gjár kundi enda heilt galið. Ein bilur sum koyrdi inn í tunnilin minkaði ferðina heilt nógv, tí førarin gjørdist skakkur av ísfilminum, sum kann seta seg á rútin uttanfyri, tá kuldin er nógvur og tú koyrir inn í ein tunnil. Bilarnir aftanfyri kláraðu ikki at bremsa, og rendu í reyvina á fremsta bilinum. Vakthavandi á politistøðini sigur, at helst var frástøðan ímillum bilarnar ov lítil. Tilsamans vóru sjey fólk í bilunum, eitt teirra varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Bilarnir fingu ikki koyrt eftir óhappið, tí teir vóru so illa farnir.

Fólk hava hug at kynda, nú tað er so kalt, og tað eru grannarnir ikki altíð so fegnir um. Onkur klaga er komin til politiið um royk og ringan lukt. Politiið hevur verið úti og kanna umstøðurnar nærri onkunstaðni.

- Tað er ikki ólógligt at kynda. Er tilfarið reint og roykurin ikki alt ov nógvur, so er sum so onki galið. Tað blívur altíð ein vurderingssak, sigur vakthavandi.

Úr Eysturoynni kom fráboðan um eld í einum húsum. Eldurin var skjótt sløktur, og skaðin var bara materiellur. Her varð mett, at eigarin hevði verið óskettin við einum gassblussi, og tí var eldur komin í bjálvingina. Í slíkum førum kann viðkomandi vænta sær bót.

Húsaófriður varð eisini fráboðaður í einum húsum í Eysturoynni, politiið royndi at mekla ímillum partarnar men endin var, at annar teirra fór við á politistøðina at liggja nátt.

Ein smábátur varð sleipaður inn á Havnina, eftir at hann var uppsteðgaður við Glyvursnes og bað um hjálp. Rescue Lív sleipaði bátin til Havnar.

Og ein 20 tonsari er sokkin við bryggjuna í Leirvík, men tað ber ikki til at taka bátin upp fyrrenn minni kavi er, meta bjargingarfólkini á staðnum.

Harumframt var eisini okkurt dømi um "klassikaran" sum vakthavandi kallar tað - ein fullur maður í náttarlívinum sum ikki sjálvur megnar at vinna upp hús.

Nógvur kavi er komin niður í syðra parti av landinum í nátt. Í Suðuroynni hava fleiri bilar staðið fastir á Porkerishálsi. Á Sandoynni er ikki koyrandi til allar bygdirnar eystanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo