Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe
Vinna

Hagstovan: Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning á royndarstigi sum prosentpartur av bruttutjóðarúrtøkuni (BTÚ) er høvuðshagtalið. Tað verður nýtt til at samanbera granskingar- og menningarvirksemið millum lond. Evropasamveldið hevur sum mál, at útreiðslurnar til gransking og menning skulu vera 3 prosent av BTÚ í 2030.

Í 2025 varð granskað og ment fyri 388 milliónum krónur í Føroyum. Tað svarar til 1,3 prosent av BTÚ. Tað er 0,1 prosentstig hægri enn árið frammanundan. Bruttutjóðarúrtøkan í Føroyum í 2025 var 29,5 milliardir krónur, sum er ein vøkstur upp á 5,6 prosent. Um Føroyar skuldu rokkið 3 prosent av BTÚ í 2025, skuldu útreiðslurnar verið tilsamans 885 milliónir krónur, ella 500 milliónir krónur meira. 

Tilfeingisvinnan størstu framgongdina 
Stovnar og fyritøkur í tilfeingisvinnuni granskaðu og mentu fyri 210 milliónir krónur í 2025. Tað er ein hækking á 92 milliónir krónur, ella 78 prosent.

Harafturímóti høvdu stovnar og fyritøkur í tænastuvinnuni eina lækking á 40 milliónir krónur, 20 prosent lægri enn í 2024.

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #