Eg havi broytt meining um nógv. Men ikki um, at eg havi rætt
- Ashleigh Brilliant

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Erna Lava Olsen greiðir frá sínum postara, sum tekur støði í eini langari tíðarrøð av salt- og hitadata úr Sundalagnum norður. (mynd: Mari Myksvoll)

Erna Lava Olsen greiðir frá sínum postara, sum tekur støði í eini langari tíðarrøð av salt- og hitadata úr Sundalagnum norður. (mynd: Mari Myksvoll)

Erna Lava Olsen greiðir frá sínum postara, sum tekur støði í eini langari tíðarrøð av salt- og hitadata úr Sundalagnum norður. (mynd: Mari Myksvoll)

Fiskaaling: Herfyri luttóku granskarar frá Fiskaaling á tvørfakligari fjarðaverkstovu í Bergen.  

Eitt sermerki við firðum er, at teir bara eru norðarlaga og sunnarlaga á jørðini, serliga í Noreg, Føroyum, Grønlandi, Kanada, Chile og Ný Sælandi. Tí kann tað vera torført at savna granskarar, ið fáast við fjarðagransking. Tvørfakliga fjarðaverkstovan, “1st multidisiplinary fjord workshop in Bergen”, var tann fyrsta av sínum slagi, og ætlanin er, at verkstovan skal vera afturvendandi. 

Í løtuni eru 4 stórar verkætlanir um firðir í granskingarumhvørvinum í Bergen, og tað er í hesum sambandi, at verkstovan varð hildin við Bjørnefjorden, stutt uttanfyri Bergen. Endamálið við verkætlanunum (CLIFOR, FJO2RD, HypOnFjordFish, CoastRisk) er at kanna hvørja ávirkanin veðurlagsbroytingar hava á firðirnar og lívið í teimum, og hvussu firðirnir kunnu nýtast burðardygt. Verkætlanirnar eru tvørfakligar og stovnarnir, ið luttaka eru Universitetið í Bergen (UiB), Bjerknes Center for Climate Research (BCCR), Havforskningsinstituttet (IMR) og Norwegian Research Centre (NORCE). Verkætlanirnar eru fíggjaðar av Norska Granskingarráðnum, UiB og BCCR, ið leggja stóran dent á fjarðagransking.  

Hóast føroysku firðirnir eru smærri og grynri enn teir norsku, hava teir nógv til felags, bæði í havfrøði og lívfrøði, og í báðum londum verða teir brúktir til laksaaling.  

Granskararnir, Sissal V. Erenbjerg og Erna Lava Olsen, luttóku á verkstovuni við framløgu og postara um gransking á Fiskaaling.  
Framløgan hjá Sissal V. Erenbjerg “FarCoast, An adaption of NorKyst800 to Faroese fjords” er um arbeiðið, sum er gjørt í Sundalagnum við havmyndlinum FarCoast, og um arbeiðið at víðarimenna myndilin í verkætlanini “Føroyski Miðdepilin fyri Háavrikandi Teldumegi”, stytt “FMHAT”. Endamálið við verkætlanini er at menna umhvørvið fyri háavrikandi teldumegi á Fiskaaling og í Føroyum. Harafturat greiddi Sissal frá verkætlanini “FjordProcess”, har Fiskaaling, Havstovan og Århus Universitet kanna sambandið ímillum Kaldbaksfjørð, Tangafjørð og Landgrunnin.   

Erna Lava Olsen luttók við postaranum: “Investigating patterns in bottom water stagnation in a fjord-like strait in the Faroe Islands”, ið er um, hvørt tað eru árlig mynstur í havstreymum, regni og vindi, sum hava ávirkan á avlæsingina av botnlagnum í Sundalagnum norður.  

Tað er kveikjandi fyri granskarar á Fiskaaling at vera partur av so stórum fjarðagranskingarumhvørvi, har granskingin í stødd fevnir frá DNA til havstreymar og í tíð 200.000 ár aftur og 100 ár fram. Verkstovan var ein góð áminning um, at samstørv tvørtur um fakmørk og stovnar hava stóran týdning.

Meira kunning: 

FarCoast
FjordProcess
FMHAT

Postari: Investigating patterns in bottom water stagnation in a fjord-like strait in the Faroe Islands

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo