At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

GRANT: Arbeiði at uppseta sjálvvirknisútgerð og brunahurðar í H-Bygninginum er byrjað. GRANT veitir útgerð og uppsetan sum undirveitari hjá Húsavarðartænstuni.

Arbeiði umfatar veitan og uppsetan av hurðaopnarum og stýringum til hesar hurðarnar. Hartil veitir GRANT fleiri hurðar har samlaða loysn við brunahurðum og sjálvvirkni, hurðar og skipan, er brunagóðkend. Til motorarnar verða vanliga veittir alboga-opnarar, sum vit kenna frá Landssjúkrahúsinum, men, nú Corona-farsóttin herjar, er uppá tal at nýta nándopnara (touchless-contact).

Tað er tænastudeildin hjá GRANT, sum Leivur Dalsgarð er leiðari fyri, sum ger arbeiði, og Leivur hevur sjálvur, saman við Poul Gudmundsson, staðið fyri tilgongdini umframt veitt byggiharra og arbeiðstøkutakara ráðgeving.

Tænastudeilin ger hópin av tílíkum uppgávum, har sjálvvirknið ynskist. Tað kann vera vanligar hurðar, skjótihurðar, ringreiðshurðar (karrusellhurðar), brunaop og vindeygu. Tað er í stóran mun í samstarvi við Alu-deildina hjá GRANT á Rituvíkshálsi, sum veitir hurðarnar, at arbeiðið verður gjørt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo