Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Fyri páskir skrivaði Greta Svabo Bech sáttmála við norska plátufelagið Propeller Recordings, har Highasakite, Katzenjammer og Dagny halda til. Dagny, sum er dóttir tónleikaparið, Marit Sandvik og Øystein Norvoll, skrivaði fyrrárið Never Really Over saman við Katy Perry.

Í hesum sambandi kunnu vit nevna, at Greta Svabo Bech sang Raise Your Weapon saman við Deadmau5 í 2011, og skrivaði saman við øðrum My Love, sum heimsstjørnan Cher sang í 2013, sama ár sum Greta fór at arbeiða við egnum tilfari.

Greta sigur, at spennandi samstarvið við Propeller Recordings byrjaði við melankolska og lágmælta sanginum, Breathe, sum er fyrsti av fleiri útgávum. Nú er annar sangurin í røðini, Dominoes, klárur til útgávu á norska forlagnum.

Hetta er eitt meira up-tempo lag, sum hevði radio-premieru á norsku talgildu NRK rásini P13 í gjár, og kemur alment út í dag, fríggjadagin 16. apríl, sigur Greta.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo