Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G!: Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru øll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara!

Íslendski bólkurin GRÓA kom brestandi á pall í 2018. Líka síðani hevur hann tikið øll á bóli við sínum óskikkiliga lyndi. Hesar fýra kvinnurnar úr Reykjavík eru garrvillar.

Til eina vanliga punk konsert fært tú ofta nokkso nógv av tí sama - alt gott um tað, soleiðis er hesin estetikkurin nú einaferð.  Men GRÓA hevur funnið sín egna leist innan punk og listarligan gang.

Í sínum ørskapi er alt tó lagt óvanliga væl til rættis.

Trummurnar byggja tónleikin upp á púra egnan hátt, og konsertin er nógv fjølbroyttari enn tann vanliga punkframførslan.

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru øll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara!

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) Sound of the Damned (GL) Das Body (NO) Plúmm (FO) og GRÓA (IS) spæla á G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo