Alt gott um tiltøk sum varandi heimur í Norðurlandahúsinum hetta vikuskifti. Løgið tó, at man ikki hevur eitt umboð úr yvirfriðingarnevndini og onkran frá náttúrufyrisitingini á umhvørvisstovuni ella okkurt umboð fyri búnaðarstovuna við.
Orsøkin til at orkuskifti er steðgaði upp er jú uttan nakran iva, at vit ikki at hava tikið neyðug náttúruatlit nóg tíðliga í tilgongdini og at myndugleikabýtið í náttúrufyrisitingini í Føroyum er alt ov fløkt.
Í 60´unum vóru rættiliga umfatandi kanningar av gróðrinum í Føroyum. Í 80´unum vóru tarafólk úr Írlandi í Føroyum og gjørdu kanningar av tarunum í Føroyum. Um aldarskiftið, gjørdi Anna Maria Fosaa stórar kanningar av 6 fjallasíðum í Føroyum. Jette Lewinsky kannaði Mosafloruna og um sama mundi vóru 5 vøtn kannaði fyri bæði djór og plantur og eg kundi hildið fram við stórum kanningum, sum eru gjørdar í Føroyum síðstu 80 árini. Men eisini áðrenn tað! Stórar kanningar hava verið í fleiri umførum í eldri tíð og tá eru dáturnar saman við savnaðum lutum fyri tað mesta farnar av landinum í varðveitslu á útlendskum søvnum. Sjálvt livandi Geirfuglurin hjá upplýsingarmanninum Ole Worm sigst at vera komin úr Føroyum einaferð í 17 øld.
Men almenningurin hevur ikki nóg góða atgongd til dáturnar, hvørki tær í Føroyum ella tær í útlondum – og heldur ikki Umhvørvisstovan, sum er ein av myndugleikunum á náttúrufyrisitingarøkinum ?
Tá ið náttúruverndarlógin varð samtykt í 2024, valdi man av órannsakiligum grundum, at varðveita gomlu staðbundnu friðingarnevndirnar saman við yvirfriðingarnevndini. Tað merkir, at hóast umhvørvisstovan er myndugleiki á náttúruøkinum í Føroyum, so er tað framvegis yvirfriðingarnevndin, sum hevur seinasta orðið í ítøkiligum málum.
Tí steðgaðu ætlanirnar at seta fleiri vindmyllulundir upp!
Fakligu umboðini í yvirfriðingarnevndini eru fakfólk á Tjóðsavninum, og tað er eisini Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av øllum savnaðum dátum frá ymsum granskingarverkætlanum, sum hava verið í Føroyum. Bara av blómuplantum eru einar 40.000 skrásetingar úr øllum Føroyum frá 19 øld og fram til nýggja tíð. Og tá skulu vit minnast til, at tað allarhelst er uppaftur meira á útlendskum søvnum.
Men tað er á Umhvørvisstovuni man politiskt hevur valt at leggja náttúrufyrisitingina – ikki á Tjóðsavninum!
Í frálíku sendingunum Oyggjar undir trýsti, sum Uni Arge legði til rættis í summar, varð nortið við tørvin á at gera eina lendisætlan. Umframt allar árinskanningarnar, sum eru gjørdar seinnu árini, varð eisini gjørt vart við tørvin á skrásetingum í náttúruni í sendingunum. Har eru nógvar dátur um føroysku náttúruna samlaðar inn síðan árinskanningarnar byrjaðu. Men av tí at hvørki umhvørvisstovan ella Tjóðsavnið hava biðið um tær kanningarnar, men SEV, álagdir av friðingarmyndugleikunum, so eru tær dáturnar í frágreiðingum latnar SEV og ikki í nakrari føroyskari miðsavnaðari skráseting heldur.
Tað ber ikki til at skattaborgarin í Føroyum skal seta seg væl til rættis at hyggja eftir Degi og Viku eitt fríggjakvøld og har standa fakfólk frá fleiri skattafíggjaðum almennum stovnum í lítla landinum Føroyar og tosa fullkomiliga í hvør sína ætt uppi yvir Mølheyggjunum á Sandi, sum hvørva frammanfyri eygunum á teimum, meðan teir tosa.
Og tað ber ikki til at man í eini 30 ár tosar um lendisætlan og grøna orkuskifti uppí saman og tá tað kemur til stykkis velur at skerja umhvørvisstovuna - sum skal standa fyri einari lendisætlan - við 4 milliónum, og landstýrismaðurin í vinnumálum loyvir einstøkum festarum at gera ekslusiv avtalur á teirra festum, sum gera alla ætlaðu tilgongdirnar púra høpisleysar.
Tann optimisman um náttúruna og grøna orkuskifti, sum var sádd, tá ið SEV fekk umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015 er burtur nú óansæð hvussu lekkurt alt sær út uppi í Norðurlandahúsinum. Og tað er av politiskum og fyrisitingarligum kleyvarskapi. Hetta er eitt sera lítið land og fakfólk, politikarar og borgarar mugu kunna finna stevið aftur. Sum Jóannes Nielsen so rámandi tók til í einari røðu fyri nógvum árum síðan. Vit hava brotið kumpassinna og drukkið sprittið.
Hvørjar eru ambitiónirnar við náttúruverndarlógini og grøna orkuskiftinum hjá núverandi samgongu, og hvussu koma vit á mál við orkuskiftinum meðan vit samstundis skipa okkara lendi við neyðugum og fakliga grundaðum fyriliti fyri náttúruni? Tann fløkjustampurin má greiðast áðrenn tit kunnu vænta tykkum nakra optimismu frá borgarum í Føroyum.
Magnus Gaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



