

Australska námsfelagið Energy Transition Minerals hevur stevnt Grønland eftir endurgjaldi, tí Grønland steðgaði ætlanunum hjá námsfelagnum at útvinna mineral úr grønlendsku undirgrundini aftaná valið í 2021.
Námsfelagið hevði stórar ætlanir í fjøllunum har suðri í landinum, men ætlanirnar gjørdust høvuðstemaið í valstríðnum uppundir valið í 2021, har fleiri vildu vera við, at ætlanirnar hjá australska felagnum fóru illa við umhvørvinum, og felagið ætlaði eisini at útvinna stórar mongdir av urani, sum kundi elva til geislavirkna stráling. Vinnaraflokkurin IA hevði sum høvuðsvallyfti at steðga ætlanunum.
Men tað er avtalubrot, sigur Energy Tranisiton Minerals, sum hevur gjørt sín miss upp til 15 milliardir krónur, skrivar Politiken.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo