

Grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede hevur yvirtikið uttanríkismál frá Pele Broberg, skrivar Sermitsiaq.
Henda broyting hevur verið í umbúna síðani seinasta vikuskifti, tá Pele Broberg í Berlingske segði sína hjartans meining um ríkisfelagsskapin og hvør skuldi atkvøða undir eini møguligar atkvøðugreiðslu um loysing, skrivar grønlendski miðilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo