Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Pele Broberg, ætlar sær ikki longur at brúka orðið "Ríkisfelagsskapur". Orðið eigur at verða avskaffað, tí tað, sambært honum, er skálkaskjól fyri donskum yvirharradømi í Grønlandi.

- Tað ljóðar sum nakað, sum vit eru saman um á jøvnum føti, men tað er jú ikki rætt, tað er Danmarksa felagsskapur, sigur hann í samrøðu við Berlingske.

- Orðið lógligger alt tað, sum Danmark gjørdi í 1953, sum um vit hava verið felags um tað, tað er jú ikki rætt, sigur Broberg, og sipar til grundlógarbroytingina í 1953, tá Grønland ikki longur hevði støðu sum hjáland.

Pelle Broberg dámar betri orðingina "danska ríkið", tí tá er onki at ivast í, hvør hevur valdið.

Hann sipar eisini til tað ið hendi í 2019, tá táverandi amerikanski forsetin, Donald Trump vildi keypa Grønland frá Danmark.

- Grønland er ikki ein natúrligur partur av Danmark. Grønland er eitt fyrrverandi hjáland, og tað er tað sum er støðan og sum Donald Trump misskilti, sigur Pele Broberg millum annað.

Hann sigur eisini, at tað bert er ein spurningur um tíð, til Grønland hevur tikið yvir sætið í Arktiska Ráðnum ístaðin fyri Danmark, og at hann annars metir, rætta sambandið ímillum Grønland og Danmark vera ein "frælsan felagsskap", sum er avtala ímillum tveir sjálvstøðugar statir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo