Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Tað er sera umráðandi, at politiska skipanin í allari revsilóggávu sendir eitt púra greitt signal um, at børnini onga ábyrgd eiga í teimum kynsligu misbrotum, sum verða framd. Børnini skulu sjálvsagt hava so góða verju sum tilber ímóti teimum brotsfólkum, sum ferðast í somu talgildu felagsskapum sum børn.

Tað heldur Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum 12. apríl í ár reisti málið í Løgtinginum um at fáa dagført revsilógina, so hon eisini fevndi um grooming og sextortion.

- Tað eru brotsfólkini, sum eiga alla ábyrgdina. Tað eru brotsfólkini, sum manipulera, misnýta og fremja ágangin, og tað er sera umráðandi, at tey verða hildin til svars fyri tað, sigur hann.

Hann reisti spurningin, tí løgreglufólk í Føroyum hava víst á, at revsikarmurin í Føroyum var linari enn í Danmark, har danska fólkatingið í vár herdi revsingina fyri bæði sextortion og grooming.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, svaraði ta ferðina, at ætlanin er at dagføra revsilógina komandi vár.

- Kynslig brotsverk hava flutt seg á talgildu pallarnar, og tað er neyðugt, at revsilógin verður dagførd samsvarandi skjótast tilber, sigur Uni Holm Johannesen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo