Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(tilvildarlig savnsmynd)

(tilvildarlig savnsmynd)

(tilvildarlig savnsmynd)

Ein persónur hevur fingið skaða, og er fluttur á sjúkrahús við sjúkrabili, men talan er ikki um álvarsligan skaða, frættir VP.

Tað var stutt fyri klokkan trý síðstu nátt at fráboðan kom um, at grót var rapað undan loftinum í Fámjinstunlinum. 

Vakthavandi á politistøðini í Havn dugir ikki at siga, hvussu nógv grót talan er um.

Persónurin sum kom til skaða fekk ikki grót á seg, men kom heldur illa fyri, tá hann skuldi sleppa sær til rýmingar úr tunlinum eftir at grótið var rapað.

Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni, sigur, at talan er ikki um nakra álvarsliga hending, tí so hevði hann vitað tað, hóast hann ikki var á vakt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo