Í sambandi við at tunnilsfelagið P/F Eystur- og Sandoyartunlar skal gera tunnil millum Gomlurætt og Sandoynna, har tørvur verður á at sleppa av við áleið 600.000 m3 av gróti, verða tit hervið boðin við til borgarafund fyri borgarar á Velbastað og Kirkjubø týsdagin 20. mars 2018.
Á fundinum bjóðar borgarstjórin vælkomin og síðani fara Stein Olvur Petersen frá J&K Petersen og Søren Yde Jensen frá teknistovuni Holsher Nordberg at greiða frá møguligum ætlanum og hugskotum, hvat grótið kann nýtast til.
Liljan Weihe verður orðstýrari
Skráin:
Borgarstjórin bjóðar vælkomin
Teitur Samuelsen - Tunnilsfelagið
Hans Vilhelm/Bjørn Patursson
Stein Olvur Petersen - J&K Petersen
Søren Yde Jensen - Teknistovan Holscher Nordberg
Frítt til orðanna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo