Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Í einum av brøvum sínum á VP, skrivar bispur soleiðis:

“Grundarlagið undir virksemi kirkjunnar er Guds orð, soleiðis sum tað stendur skrivað í Bíbliuni.”

Bispur hevur uttan iva lisið í ápostlasøguni  8, um hirðmannin hjá Kandake drotning í Etiopia.

Hesin hirðmaður, sum drotningin hevði sett yvir allar skattir hennara, var á veg úr Jerúsalem, eftir vegnum ið førir til Gaza. Hann var komin til Jerúsalem at tilbiðja, og var nú á veg heimaftur.

Filip var, av eingli, biðin um at fara til vegin ið førdi til Gaza. Tá Filip var komin til vegin, sá hann vogn á vegnum, og Andin bað hann halda seg nær at vogninum.

Tá Filip kemur nær at vogninum, hoyrir hann hirðmannin lesa Esaias profet. Filip spyr hann nú; skilir tú tað ið tú lesur? Hann svaraði: Hvussu skal eg kunna tað uttan at onkur vegleiðir meg!

Og hann bað Filip koma upp og seta seg hjá sær.

Stykkið av skriftini, ið hann las, var hetta:

“Eins og seyður varð Hann leiddur avstað at verða dripin, og eins og lambið tegir fyri honum, ið roytir tað, so letur Hann ikki upp munnin.

Í tí at Hann varð settur lágt, varð dómur Hansara tikin burtur; og hvør kann siga frá ætt Hansara!

Tí lív Hansara verður tikið burtur av jørðini.”

Hirðmaðurin tók tá til orða og segði við Filip: “Eg biðji teg, sig mær: um hvønn sigur profeturin hetta, um seg sjálvan ella um ein annan?”

Filip gekk út frá hesum skriftstaðið og  kunngjørdi honum evangeliið um Jesus. Teir komu nú fram á vatn, og hirðmaðurin segði: “Hygg, her er vatn – hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?”

Filip svaraði: ”Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt”. Hann svaraði: “Eg trúgvi at Jesus Kristus er Sonur Guds.”

Tá beyð hann, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, Filip og hirðmaðurin; og hann doypti hann.

Vit síggja út frá hesum, at kravið til at verða doyptur er, at tann, ið doypast skal, má fyrst trúgva av øllum hjarta sínum.

Hvussu fáa vit so trúgv? Jú, Bíblian sigur okkum í rómverjabrævinum 10:17, at trúgvin kemur av tí sum prædika verður.

Vit kunnu so út frá hesum staðfesta, at fyrst mugu vit læra málið ið tosað verður, so vit kunnu skilja hvat verður sagt okkum, fyri at vit kunnu taka ímóti gleðiboðskapinum um Harra okkara Jesus Kristus. 

Tá vit so hava tikið ímóti gleðiboðskapinum, kunnu vit lata okkum doypa, sum merkir at verða grivin, og sum eisini merkir at fara undir.

Í Markus 16:16 sigur Jesus sjálvur:

Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann ið ikki trýr, skal verða fordømdur.

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #