Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað blíðkar fyri hugaðum monnum, sigur orðatakið, og tað sama man vera galdandi fyri kvinnur. Eftir tógvi stríð í nógv ár og onkrar strævnar mótbrekkur, er føroyska 'brandið' av álvara farið at kasta av sær.

Í fjør lógu 1,1 mió kr eftir til eigararnar tá hvør hevði fingið sítt. Tað skal samanberast við vinning uppá 763 tkr í 2021 og 299 tkr í 2020.

Høvuðsvirksemið hjá Guðrun & Guðrun er sniðgeving av klæðum og handil.

Tað er ein vaksandi topplinja sum stendur fyri vøkstrinum. Bruttovinningurin var 4,7 mió kr í fjør sum skal samanberast við 3,9 mió kr árið fyri.

Eisini starvsfólkakostnaðirnir vaksa ár eftir ár, sum ber boð um at virksemið veksur. Í fjør rindaðu Guðrun & Guðrun soleiðis 3,1 mió kr í lønum, góðar 300 tkr meira enn árið fyri.

Fíggjarstøðan javnvigaði á nýggjárinum við 7,5 mió kr og eginognin var 2,5 mió kr.

Stjórar eru Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo