Uttan jøda/kristindóm var eingin kristin næstrakærleiki, protestantiskur arbeiðsetikkur, ídnaðarkollvelting, kapitalisma, demokrati, 2-falding av miðal livialdri og 10-falds hækking av livistøði.
Miðal føroyski ‘Palleba og Marsanna’ í dagsins vælferðarsamfelag liva betur og eru frískari enn kongar, keisarar, bispar, kardinalar, aðalsfólk og kapitalistar í øldir undan okkum.
Nú liva vit í Føroyum 4.000 ár eftir, at søgan um jødarnar og Ísrael byrjaði.
Bíblian, okkara gudstrúgv byrjar við Ábraham og kallast judeo/kristin.
Mitt ímillum Ábrahams og okkara tíð læt Gud sonin Kristus føða í árinum 0.
Jesusar 33 ár millum føðing í Betlehem og deyða og uppreisn á Golgata í Jerusalem fingu størri týdning fyri heimsøgna enn nøkur onnur hending.
Jesus er markamót, snúningspunkt, krummtappur og brennidepil í mannasøguni.
Okkara jøda-kristindómurin hevur í 2000 ár skapt heimsins fremstu siðmentan, tímiliga og andaliga. Mannaættin, kristin sum heiðin, hava notið gott av henni.
Hesi farnu 1.800 árini flýddu miljónir jødar undan jagstran í londum kring heimin.
Men Gud svav ikki. Seinnu helvt av 19. øld virkaði m.a. Theodor Hertzl fyri Zionismuni. Málið var at savna allar jødar í lyftislandinum, Zion (alias Ísrael).
Eliezar Ben-Jehuda endurreisti Hebraiskt úr Tohruni til nútíðar talu-og skriftmál, sum jødar hava lært seg og brúka sum móðurmál í nýggja Ísrael.
Tey farnu 100 árini vóru jødarnir serliga forfylgdir. Ein heilur 1/3 av teimum vórðu týndir í týskum KZ-legum og ‘pogromum’ (útreinsingum) í Sovjet.
Islamar deyðsfíggindar Ísraels og okkara kristnu
Koranin ger jødarnar høvuðsfíggindar hjá Islam og Islamum og skulu tí týnast.
Ein arabiskur drápsmaður, Muhammed í Medina, falsaði Gamla Testamenti.
Hansara religiøsa átrúnar-, lógar-, moral- og livstílsverk sigst vera boð frá Allah, ígjøgnum eingilin Gabriel, til Muhammed profet hansara fyrru helvt av 7. øld.
Muslimar hava síðan dripið uml. 300 mió fólk, mest í Miðeystri og India farnu 1300 árini. Teir drupu øll, ið sýttu at gerast muslimar ella rinda teimum skatt.
Longu um ár 700 høvdu arabiskir krígsmenn tikið Miðeystur og Norðurafrika.
Í 711 fóru teir um Gibraltar og tóku Spania. Hesir ‘maurar’ ráddu har til 1492.
Í 732 herjaðu maurar Frakland, til Karl Martel steðgaði teimum við býin Tours.
Í 1453 tóku turkar Konstantinopel, tá størsta kristna bý í Evropa, nú Istanbul.
Í 1529 kringsettu Osmannar (turkar) Wien, men máttu taka seg suðuraftur.
Í 1683 kringsettu turkar aftur Wien, men Pólands kristni kongur, Jan III Sobjevski, rak teir úr Miðevropa heilt suður á Balkan.
Frá Ábraham til Netanyahu
Ísrael er heimsins einasta land, ið hevur varðveitt sama mál, mentan og gudstrúgv í 4.000 ár líka frá Ábraham til Netanyahu.
Einki so lítið og fáment land hevur havt so stóra ávirkan á heimin sum Ísrael.
Teirra ávirkan var ikki hernaðarlig, men mentanar- og andalig. Vesturlendsk siðmenning byggir á jøda/kristindóm og er søgunnar fremsta á flestu økjum.
Ísrael og jødarnir eru besta prógv fyri, at teirra og okkara Gud enn er ljóslivandi.
Ísraelar hava stríðst til í dag, nú islamum, fyri at liva í friði í Ísrael.
ST beyð teimum í 1948 helvtina av økinum millum Jordan og Miðjarðhavið.
Sama ST beyð arabum í økinum hina helvtina millum ‘The River and the Sea’.
Ísrael takkaði, men arabar har vrakaðu tilboðið um egnan stat.
5 arabisk lond herjaðu á lítla Ísrael dagin eftir, men Ísrael smurdi teir av.
Síðan hava muslimsku grannalond Íraels ført og tapt 4 kríggj móti Guds fólki.
Hesir sigrar eru Guds undur, júst sum tá Jósva, David og Gideon bardust.
5 ferðir hava heimsins lond, Ísrael USA og ST boðið ‘palestinum’ egnan stat.
5 ferðir hava arabar havnað tilboðunum, so bara Gaza, Judea og Samaria hava í dag muslimskan meiriluta.
Muslimar hava bert eittans mál: At hertaka Ísrael og helst drepa allar jødar.
Munur á mentafólki og einum deyðskulti
Ísrael er einasta framkomna, demokratiska land í Miðeystri við javn- og mannarætti fyri allar borgarar, íroknað 2 mió muslimskar arabar.
Jødar hava broytt sína oyðimørk til ein blómandi urtagarð eftir slakari øld. M.a. hava teir gróðursett 2 mió trø og framleiða heimsins bestu frukt og grønmeti.
Arabar ganga enn við sandi millum tærnar, hata og vilja drepa jødar og so kristin
Í Ísrael er miðal BTÚ pr íbúgva $ 55.000. Í grannalondunum bert $ 6.000.
Ísrael er millum heimsins fremstu tøkniligu lond, fremst í mongum lutum.
IDF (hjálpt av Trump og USA) knústi í sept 2025 atomvápnini hjá Iran (90 mió íbúgvar). Munur er á Guds knassum í Ísrael og islamskum skræpugjólingum.
Ísraelar (og ukrainar) tykjast vera millum heimsins seinastu reystmenni.
Arabisk lond tysta av vatnloysi og egnari vanrøkt. Ísrael endurvinnur 85% av øllum sínum spillvatni og avsaltar 270 litrar av drekkivatni pr. íbúgva pr dag.
13 mió jødar eru í heiminum (0,2% av heimsins íbúgvum) og hava vunnið yvir 200 virðislønir (22%) frá Nobel, serliga í náttúruvísindum, hátøkni og heilivági.
1.300 mió muslimar (23% av heimsins íbúgvum) hava fingið 11 Nobel-prísir (0,2%).
Ísrael byggir á hart arbeiði og tráan frameftir. Muslimar hata og øvunda øllum.
Jødar hava skapt veldugt verk og risa framburð allastaðni, har tey búgva.
Muslimar rýma heimanífrá niður í sosialkassarnar í Vestanlondum, ið tey hata.
Frá Móses til David Ben-Gurion
Tann, ið kennir undurverk Guds, Ísraels fólk í 4.000- ár, skilir fylgjandi:
David Ben-Gurion (153 cm høgur) var stovnari og fyrsti forsætisráðharri í nýggja Ísrael eftir 1948, og tí eftirmaður Mósesar og Arons.
Stríðshetjur Ísraels í Gamla Testamenti, kappar sum Jósva, Gideon, Dávid, Nehemia, Jóab, Abner o.a. eru fyrimyndir og undanmenn hjá stríðshetjum Ísraels í okkara tíð sum Ehud Barak, Israel Tal, Yitzak Rabin og ikki at gloyma Moshe Dayan og Ariel Sharon.
Vit síggja Guds hond hava virkað í Hansara heilaga verki her á fold í hesum fáu søguligu dømum.
Ísrael og jødarnir eru besta prógv fyri, at Gud er líka sprelllivandi enn sum áður og í allar dagar.
Gud hevur vart Evropa frá Islam
Evropear hava sanniliga (sum flest onnur lond) kríggjast og morðlast til 20. øld.
Katolikkar úr Suður- bardust móti protestantum í Norðevropa alla 16- og 17.øld.
Protestantar vunnu, so upplýsingartíð, kapitalisma og demokrati blómaðu.
Uttan jøda/kristindóm var eingin kristin kærleiksboðskapur, protestantiskur arbeiðsetikkur, ídnaðarkollvelting, kapitalisma, demokrati, 2-falding av miðal livialdri og 10-tals hækking í livistøði.
Miðal føroyski ‘Palleba og Marsanna’ í dagsins vælferðarsamfelag liva betur og frískari enn kongar, keisarar, bispar, kardinalar, aðalsfólk og kapitalistar undan okkum.
Tá kommunistiska Jarntjaldið fall í 1990, var tað eitt Guds undur, sum tá Gud hjargaði Ísraels fólki um Reyðahav og síðan fleiri ferðir. Undur oman á undur.
Nú búgva 30 mió muslimar í (fyrr) kristna Evropa, bodnir inn av politikarum, ið hjálpa teimum at gera morð og okkum at gera sjálvmorð - Ikki við pansaravognum men við barnavognum.
Spurningurin er sostatt, um Gud bjargar okkum vesturlendingum undan at fáa somu lagnu sum jødarnir undir seinnu útlegdini, ið varaði í 1800 ár.
Tað veldst, um vit verja okkum, sum Ísraels fólk verjir seg, ella um vit eru so dølsk, løt og siðspilt av berari vælferð, at vit fáa somu lagnu, undirgang, sum aðrir fíggindar Ísraels.
Vesturlendskir sosialistar eru nú líka jødahatskir, antisemitiskir sum nazistar og ‘palestinar’ o.a. muslimar at beina fyri jødum, Ísrael og síðan øllum kristnum fólkum.
Islamar siga: “Fyrst fara vit eftir ‘leygardagsfólkunum’ (jødunum) og síðan eftir sunnudagsfólkunum’ (okkum kristnu).
Men hesir fíggindar Ísraels og Guds gingu til grundar, tí tey bannaðu Ísrael og jødan og ikki vildu hava náði og dýrd Guds.
Sjalom
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



