Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

Sunnudagin 13. august kl. 16 verður aftur høvið til at njóta serstaka upplivilsi at vera til guðstænastu í Gjónni við Gjógv, ið er sum ein náttúrunnar katedralur. Prestur verður Anne Mette Greve  Klementsen. Til felagssálmasangin spælir Gudmund Mortensen, organistur, umframt at tvær kornettir fara at stuðla undir sálmasangin.

Vestmanna Sangkór, stjórnað av Benjamin Gaasedal, fer at syngja undir gudstænastuni. Haraftrat fer eitt blandað hornorkestur úr Havnar, Sørvágs og Vestmanna hornorkestrum undir leiðslu av Atla K. Petersen at spæla, m.a. til pre- og postludium.

Tiltakið við guðstænastu í Gjónni var eisini roynt um somu tíð í fjør, og var fram úr væl eydnað við nógvum fólki.

Kirkjuráð, prestur, kór og tónleikarar bjóða øllum vælkomnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo