![City 02](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/6/d/csm_City_02_e2bd0fcceb.jpg)
![City 02](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/6/d/csm_City_02_e2bd0fcceb.jpg)
Erling Braut Haaland brúkti 40 minuttir í fyrra hálvleiki at skora hat trick í FA-cup dystinum í kvøld móti Luton.
Í seinna hálvleiki helt málshowið fram, og áðrenn 60 minuttir vóru leiktir hevði hann skorað fimm mál.
Eingin annar City-leikari í søguni hevur skorað fimm mál í tveimum ymiskum dystum, sambært StatCity.
Og sambært somu keldur er hetta fyrstu ferð í 98 ár at ein City-leikari skorar fimm mál í einum FA-cup-dysti. Frank Roberts gjørdi tað sama í 1926, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo