Fjøllini, fannirnar. Bygljurnar, brotini. Myrkrið, meldurin. Kavin og kvirran. Alt hetta og meira afturat er íblástur tíl nýggju verkætlanina Vintersymfoni, hjá Hagen Vinter, har lagið Winter Fairytale er ein partur. Hagen Vinter, sum er listarliga navnið hjá norska tónasmiðinum, sangaranum og fjøllistamanninum, Knut-Øyvind Hagen hevur arbeitt við verkætlanini í eitt ár, meðan hann hevður búð í Føroyum og upplivað føroyska landslagið og veðurlagið. Staklagið Winter Fairytale er eitt slag av einari filmsligari duett saman við frálíku føroysku songkvinnuni, Edith Dahl Jakobsen. Hetta er fyrsti kapitullin av mongum í verkætlanini Vintersymfoni, og samstundis eisini tann fyrsti í nýggja samleikanum hjá Hagen Vinter. Við føroyskum íblástri er talan um ein norðurlendskan alheim av vetrarlandsløgum, tíðarleysum løgum við megini av brimi á vetrartíð og stilla vakurleikanum av ljósi í mykastu tíð. Winter Fairytale er ein tónleikalig søga um kærleika, vón og tað gandakenda í vetrarumhvørvinum. Sangurin bjóðar lurtarunum inn í ein heim, har tvey fólk uppliva lívið sum eitt ævintýr, har dreymar gerast veruleiki og hugflogið fær frítt at reika. Hóast hvørt ævintýr hevur ein enda, eru minnini eftir og bera eina kenslu av vøkrum og sorgblíðum gandi. Staklagið umboðar ein tónlistarligt samstarv millum Noreg og Føroyar. Hagen Vinter heitti á Edith Dahl Jakobsen um at vera við í verkætlanini. Hon er ein av Føroya mest sermerktu vokalistum, og er kend fyri sítt arbeiði bæði innan popptónleik og musikalska leiklist. Saman skapa tey eitt filmsligt ljóðlandslag, har heitur sangur, ljóðføri og norðurlendskt sorgblídni koma saman. Tað er Hagen Vinter, ið hevur yrkt Winter Fairytale. Kjetil Mørland, sum er altjóða viðurkendur fyri sítt tilknýti til Eurovision sangkappingina, hevur framleitt. Lagið verður útgivið gjøgnum føroyska plátufelagið TUTL, sum í áratíggju hevur verið ein týðandi ambassadørur fyri føroyskan og norðurlendskan tónleik. Staklagið er fyrsti brellbitin av mongum í komandi útgávuni, Vintersymfoni. Ein størri listarlig verkætlan, sum hátíðarheldur norðurlendska veturin gjøgnum løg og tekstir við íblástri frá vetrinum. Við Vintersymfoni skapar Hagen Vinter ein tíðarleysan tónleikaligan heim, har klassiskar ávirkanir møta samtíðar sangskriving. |