Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe
Onnur tíðindi

Granskingarráðið: - Tað er gott, at íløgurnar í gransking og menning eru størri í 2025 enn í 2024, men enn liggja vit lægri enn í 2022 og 2023 og væl aftanfyri hini norðurlondini. Hetta má broytast, sigur Maria Skaalum Petersen, nývald forkvinna fyri Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.

Hagstovan kunngjørdi 12. oktobur hagtøl fyri gransking og menning í Føroyum í 2025. Her sæst, at samlaðu íløgurnar eru 1,32 prosent av BTÚ, ein hækking uppá 0,12 prosent í mun til árið fyri.

Í krónum er talan um 388 mió. kr. í 2025 samanborið við 335 mió. kr. í 2024.

Flestu lond í Evropa hava sum mál at nýta 3 prosent av BTÚ til gransking og menning. Skulu vit røkka hesum málinum í Føroyum skulu 500 mió. kr. leggjast afturat í dagsins tølum.

Eingn vøkstur at hóma hjá tí almenna
Størsti vøksturin, 57 mió. kr., er í vinnugeiranum, har tað árini frammanundan var ein minking. Hesin geirin hevur tey størstu árligu sveiggini, tí her ofta er talan um menningarverkætlanir við stórum íløgum einstøk ár. Sama mynd sæst eisini í øðrum londum.

Hjá tí almenna er samlað sæð talan um eina lítla lækking, 4,8 mió. kr.

- Tað jaliga við tølunum fyri 2025 er, at tað er ein lítil vøkstur heldur enn afturgongd sum í 2023 og 2024. Hinvegin, so er tað ein andsøgn at síggja, at almennu íløgurnar minka, hóast undanfarna landsstýrið, eins og nýggja landsstýrið, hevði sum mál, at almenni stuðulin til gransking skuldi hækkast líðandi, og samstarvið við vinnuna um granskingarverkætlanir og fígging skuldi útbyggjast, sigur Maria Skaalum Petersen.

Tað er lítið, sum bendir á broyting á hesum økinum, um hugt verður at fíggjarlógarjáttanunum í 2026 og fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027. 

Heildarætlan fyri gransking, menning og nýskapan ávegis
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur í farnu viku havt sín fyrsta fund, eftir at 4 nýggir limir eru valdir í Ráðið. Arbeiðið við uppskoti til heildarætlan, sum undanfarna ráð arbeiddi við í vár, er tikið uppaftur. Ætlanin er at gera eitt uppskot til landsstýrismannin í mentamálum, sum kann viðgerast í politisku skipanini og við tíðini gerast heildarætlan fyri Føroyar á hesum økinum.

- Játtanir í gransking og menning eru langtíðaríløgur í eitt meira haldført samfelag, sum er ført fyri at ogna sær nýggja vitan og førleikar at lyfta tær avbjóðingar, sum standa fyri framman. Vit hava tørv á, at politiska skipanin saman við okkum arbeiðir strategiskt og langskygt. Í arbeiðinum við heildarætlanini eru almennu hagtølini grundarlagið, sum okkara uppskot og tilmæli í stóran mun koma at byggja á, sigur Maria Skaalum Petersen, forkvinna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #