Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ímeðan Sunda kommuna er vaksin við 24% síðani 1986 og Vága kommuna við 18% so er fólkatalið í Vestmanna 3% lægri enn í 1986.

Ímeðan Sunda kommuna er vaksin við 24% síðani 1986 og Vága kommuna við 18% so er fólkatalið í Vestmanna 3% lægri enn í 1986.

Ímeðan Vága- og Sunda kommunur hava havt stóran fólkavøkstur eftir hóttafallið, sum rakti allar kommunur í landinum tíðliga í 90unum, er tað sama ikki galdandi fyri Vestmanna.

Tað vísir ein samanbering, sum Hans Pauli Strøm, hagfrøðingur, hevur gjørt fyri Vestmanna Kommunu, nú kjakið um at gera tunnil til bygdina hevur tikið dik á seg.

- Sunda kommuna er skjótast at koma fyri seg aftur og veksur síðani bara skjótt og javnt til í dag. Vága kommuna byrjar at veksa um tað mundi tá undirsjóvartunnilin kemur, og veksur síðani eisini við stórari ferð. Verri er við Vestmanna kommunu, ið ongantíð rættiliga kemur fyri seg aftur eftir kreppuna, og enn í dag er niðanfyri støðuna, ið var fyri 35-40 árum síðani, sigur Hans Pauli Strøm millum annað (sí myndina niðanfyri).

Myndin vísir, at ímeðan fólkatalið í Sunda kommunu er vaksið við 24% síðani 1986 og í Vága kommunu við 18%, so er fólkatalið í Vestmanna 3% lægri enn í 1986.

Tølini hjá Hans Paula Strøm avdúka eisini, at tað eru tey ungu sum mangla í Vestmanna.

- Ímeðan aldursbólkarnir 0-18 ár og 18-64 ár seinastu árini eru vaksnir í hinum báðum kommununum, so er einasta sum er vaksið í Vestmanna talið av eldri borgarum.

Tað er ikki tí, at vestmenningar ikki eru raskir at fáa børn. Men ímeðan bæði Sunda- og Vága kommunur fáa íkast til vøksturin bæði frá føðitali og nettoflyting, so hevur Vestmanna eina negaviva nettoflyting, tað vil siga, at fleiri flyta úr enn til Vestmanna í hesum tíðarskeiðnum frá 1986 til 2023.

Les eisini: Stórur áhugi fyri tunli til Vestmanna 

Ímeðan Sunda kommuna er vaksin við 24% síðani 1986 og Vága kommuna við 18% so er fólkatalið í Vestmanna 3% lægri enn í 1986.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo