Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: - Eg veit væl, at tær ikki dámar at vit gera ovnógv hóvasták burturúr tær og at tær ikki dámar, at tað er ovnógv stákan og vas rundanum teg. Men tú sleppur ikki undan nøkrum orðum á leiðini. Tí tú hevur starvast hjá kommununi í fleiri enn 35 ár og harav eini 15 ár í Sólareyganum.

- Tí fyri okkum, sum royna at umsita kommununa, so hevur tað alstóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

- Eg veit eisini, at tú ert ein av hesum – sera álítandi og arbeiðssom, aldrin sjúk og dugir absalutt alt. Haraftrat hjalpsom og fleksibul. Eg hoyri eisini, at tú ert so trúføst, at tey hava givið tær eitt kaffikrúss við áprentinum “Trúfasta”. Tað passar øgiliga væl til tín.

- Tað er væl eingin her sum ivast í, hvussu heppin tey eru at hava ein starvsfelaga sum teg, tað er vist. Eg fekk at vita, at hóast tú ikki vildið hava gjørt nakað hóvasták burturúr, so var tað í lagi at eg kom ein túr at heilsa uppá.

- Og tá mann hevur arbeitt so leingi hjá kommununi sum tú, so er skipanin soleiðis, at mann skal heiðrast fyri sín innsats, um mann vil tað ella ei. Eg fari at takka tær hjartaliga fyri títt stóra íkast og tína drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann handaði Hallgerð sivlurheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo