Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ken Stewart býr í Ukraina. Mamman er føroysk. Hann er uppvaksin í Skotlandi. Trupulleikin var at fáa bretskt pass til nýføðingin, so tey kundu sleppa av landinum.

Tað segði hann í samrøðu við bretsku sjónvarpsrásina ITV í sendingini This morning tann 15. februar 2022.

Sendingin sæst omanfyri.

VP spurdi Ken Stewart, hvussu tað síðani er gingið honum og ukrainsku konuni Tanyu og nýføðingunum, og svarar Ken, at tey bíðaðu eftir at fáa føðibræv til nýføðingin, og tað hava tey fingið nú.

- Og vit fáa øll dokumentini tann 22. februar, so vit sleppa úr Ukraina eftir tað.

- Bæði barn og kona hava UK-borgaraskap nú, við hjálp frá bretsku stjórnini.

- Kona mín Tanya hevur ikki bretskt visa so vit sleppa ikki avstað enn. Vit royna at skaffa henni visa, men tað er torført, sigur Ken.

Hann sigur, at tey eru framvegis í húsum sínum uttanfyri Kiev og ætla sær at vera har, men um støðan gerst verri enn hon er nú, so fara tey vestureftir.

- Russland hevur nú 190,000 hermenn sum hava sligið ring um Ukraina. Næstan fýra ferðir so nógv sum fólkatalið í Føroyum.

- Eg raðfesti hægst familjuna nú, at hon er trygg. So vit eru í eini bíðistøðu, sigur Ken.

- Eg rokni við at Ukraina fer at verja seg, so tað verður ikki lætt hjá Russlandi, sigur Ken Stewart at enda í viðmerkingini til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo