Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Hámarkið fyri mánaðarligt útgjald úr Barsilsskipanini varð í 2004 lækkað til 25.000 kr. og er nú 18 ár seinni framvegis 25.000 kr., umframt eftirløn. Í tíðarskeiðnum frá 2004 til í dag eru lønirnar i Føroyum hækkaðar munandi. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at hækka hámarkið í barsilsskipanini munandi.

Hámarkið hevur síðari 2004 verið 25.000 kr. um mánaðan, íroknað frítíðarløn. Áðrenn 2004 var hámarkið 35.000 kr. Tá hámarkið varð lækkað til 25.000, var hetta hámarkið 143 % av einari fulltíðar arbeiðaraløn. Í dag er hámarkið á leið ájavnt við eina fulltíðar arbeiðaraløn við 3 ára royndum. Hetta merkir so, at ein nógv størri partur av fólkunum, sum skulu taka avgerð um barsil, verða avmarkaði av útgjaldshámarkinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera rímuligt at gjaldið varð hækkað, so tað í størri mun svaraði til lønarlagið í samfelagnum sum heild. Broytingin í hámarkinum kann t.d. fíggjast við at stytta tíðina við útgjaldi úr barsilsskipanini nakað.

Eitt ov lágt hámark hevur eisini óynsktar avleðingar fyri javnstøðuna í Føroyum.

Føroyskar kanningar av lønarstøðinum hjá kvinnum í sambandi við barnsburð vísa, at kvinnurnar í miðal fara ein góðan triðing niður í løn, tá tær eiga fyrsta barnið, og at niðurgongdin er varandi, eisini nógv ár aftaná tær hava átt fyrsta barnið. Lønin hjá monnunum verður ikki á sama hátt ávirkað av at gerast pápi.

Tað er ein sannroynd, at kvinnurnar taka nógv tann størsta partin av barslinum, meðan menninir sum heild taka ein heilt lítlan part. Kvinnurnar eru sostatt í nógv størri mun enn menninir burtur frá arbeiðsmarknaðinum í einum tíðarskeiði, har grundarlagið fyri yrkisleiðina verður lagt. Og so hvørt sum barsilstíðarskeiðið hesi seinastu árini er longt, so tað nú er eitt ár fyri hvørt barn, gerst hesin ójavnin meira týðandi fyri arbeiðslívið og lønarlagið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at ein partur av frágreiðingini uppá, at menn taka so lítlan part av barslinum er, at hámarkið fyri útgjald úr barsilsskipanini er ov lágt.

Menn hava framvegis í miðal eina hægri løn enn kvinnur, og tí verður inntøkumissurin hjá einari familju minni, um kvinnan tekur barsilin. So hvørt sum árini eru gingin, hevur hámarkið staðið í stað, meðan miðallønin í samfelagnum er hækkað, og barsilstíðarskeiðið er longt. Henda gongdin merkir, at tað fær alsamt størri fíggjarligar avleiðingar fyri familjuna at foreldur fara í barsil, og serliga um foreldrið við hægstu inntøkuni (oftast maðurin) tekur ein størri part av barslinum.

Á henda hátt eru kvinnurnar í einari støðu har tær, hóast hægri útbúgvingarstøði enn menninir, fáa eina lægri løn enn tær høvdu fingið, um barsilin var javnari býttur. Ikki bara í barsilstíðarskeiðnum, men eisini yvir tíð.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at hækka hámarkið, so tað merkist.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo