Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjúrður Skaale á Facebook: Fyrradagin var eg gestur á Rás2 har Símun gjørdi hesa samrøðuna um fólkatingsarbeiðið og um kríggið í Gaza.

Ísrael MÁ berja niður Hamas - sum jú fegnast um 7. oktober og lovar at fremja meir terror so skjótt kjansurin er har. Ísrael fer kanska eisini at vinna sjálvt kríggið. Men tað kann gerast ein pyrrhussigur, um tað elvir til eitt størri kríggj og ein her av nýggjum terroristum. Tí kríggið kann, orsakað av taktikkinum hjá Hamas, ikki vinnast uttan forferdiligar avleiðingar fyri sivilfólk og børn.

Á tann hátt fær Hamas akkurát tað, sum Hamas vil: myndir av deyðum børnum at pumpa út á sosialar miðlar, og eina heimsopinión, sum vendir sær móti Ísrael. Fyri ein slíkan sigur rindar Hamas fegin við bæði ísraelskum og palestinensiskum lívum. Tí fyri jihadistarnar er sakin størri enn bæði egin og annara lív.

So ja. Kanska Ísrael vinnur hernaðarliga. Men tað týdningarmikla propagandakríggið vinnur Hamas. Big time!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo