Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Sjey eigarafeløg í Hoyvík handaðu í dag Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, skriv.

Tey gera vart við ferðsluviðurskiftini á krossinum millum Løgmannabreyt og Vegin Langa. Tey halda, at teinurin ikki er hóskandi við atlit til ferðslutrygd ella ta ferðsluna, sum har er.

Tey vísa á, at tey hava gjørt vart við hetta áður, men uttan úrslit.

Fyri enn einaferð at gera vart við støðuna, handaðu umboð fyri sjey eigarafeløg í Hoyvík tí borgarstjóranum undirskriftir í dag.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hann tekur støðuna í álvara, og fer at viðgera málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo