Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Flestu datingsíður upplýsa í veruleikanum, at tænastan, tær lata, er fiktiv tjatt. Tað stendur niðast við smáum.

Flestu datingsíður upplýsa í veruleikanum, at tænastan, tær lata, er fiktiv tjatt. Tað stendur niðast við smáum.

- Tað er amoralskt at snýta menn soleiðis, og eg havi veruliga ringa samvitsku av tí sum eg havi gjørt. Hetta er ein vinna, sum helst ikki skal snakkast um, men eg haldi fólk skulu vita, hvat tað er sum gongur fyri seg, og eg vóni at brúkaraumboð ella politi kann steðga tí skjótt.

Soleiðis sigur 25 ára gamli Claus Kofod, sum sjálvur hevur kontaktað Jyllandspostin, tí hann vil sleppa at standa fram við navni, mynd og øllum upplýsingum um, hvat hann í áravís hevur gjørt. Men sum hann nú skammar seg yvir.

- Eg kann gott tjatta við einar 25 - 30 menn ein dag, og eg rokni við at teir allir halda, at teir tjatta við eina kvinnu, men tað eri eg sum snýti teir, tí tað er mítt arbeiði, sigur Claus Kofod. Oftani tosar hann við fleiri mans í senn. Menn, sum eru einsamallir og leita eftir kvinnum til at fylla tómrúmið í lívinum. Ella kanska til okkurt annað.

Hann arbeiðir fyri eina týska fyritøku, og tað ber til at fáa væl burturúr, greiðir hann Jyllandspostinum frá. Menninir koma úr øllum heiminum, og tí fyriganga tjattini, sum hann er við í, á enskum, týskum og teimum norðurlendsku málunum.

Flestu datingsíður upplýsa í veruleikanum, at tænastan, tær lata, er fiktiv tjatt.

Tað stendur niðast við smáum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo