Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Sambandsflokkurin fegnast um, at Haraldur Símunarson Hammer stillar upp fyri flokkin til løgtingsvalið.

Haraldur Símunarson Hammar er føddur 23.06 í 1991. Føddur og uppvaksin á Toftum, er nú búsitandi í Hvalvik. Giftur við Marjun Ó. Hammer, og eiga tey ein son.

Haraldur fór, eftir FHS, við granskingarskipi, ið granskaði hvalalív út fyri vindmyllulundir úti á havi frá Noreg og til Týsklands. Síðani fór hann í læru sum Anlægsgartnari og hevur lisið í Jordbrugets Uddannelse Center í Århus.

Frá 2010 hevur Haraldur havt egið virksemi við annleggsarbeiði og grønum viðlíkahaldi runt allar Føroyar. Í 2017 tók hann útbúgving sum ’’bedemaður’’, og arbeiðir við tí burtur av.

Í 2020 bleiv hann valdur til býráðslim í Sunda kommunu, og er eisini næstformaður í stýrinum hjá SEV, ið fyllir sera nógv hansara gerandisdag, fyri at náða málinum at øll orka á landið skal vera grøn í 2030.

- Eg stilli upp tí, at eg haldi, at tað er sunt við nýggjum valevni til eina so tíðar og avgerðar krevjandi tíð, fyri at hava visiónir, síggja møguleikar, og lofta øllum teimum sveiggjum vit liggja frammanfyri, … sigur Haraldur Símunarson Hammer. 

Víðari sigur Haraldur, at vit mugu seta inntøku og útreiðslurnar ímóti hvørjum øðrum, áðrenn vit hálova øllum føroyingum gull og grønar skógir, tá ið vit eru áveg inn í eina ókenda framtíð. Vit mugu fyrst raðfesta tey grundleggjandi økini, áðrenn vit tosa um onnur viðurskiftir.

- Dagstovnaøkið, skúlaøkið, allir sektorar, ið tørvur er á hjálp í gerandisdegnum, og ikki minst eldraøkið, tey ið eiga tøkkina fyri, at vit hava eitt so gott samfelag í dag.

Vinnan á sjógvi og landi skal hava góð kor fyri, at inntøkuskipanin hjá okkum skal fungera, og tað er har vit fáa pening at arbeiða við til tann sosiala partin.

Hansara hjartamál eru:

- Betra lestrarstuðulin hjá lesandi við 1.000,- kr.

- At vera garanturin til at skapa kor hjá privatu virkisøkjunum.

- Viðgerðartrygdin skal halda fram við fullari kós

- Pensionistar skulu ikki mótroknast við arbeiði eftir 67 ár

- Stuðul til tey ið hava tørv í hesum tíðum, bæði við mat, olju og tak yvir høvdið

- Fulla kós við grøna orkuskiftinum, so Føroyar gerast fríar fyri olju

- Skipa inntøkupartin betri frá ferðavinnuni, soleiðis at hetta sæst aftur í Føroyum

Hann brennir fyri at verða tann nýggi løgtingslimurin við nýggjum visjónum, ið gagna Føroya landi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo