

Bæði Russland og Ukraina siga seg hava tamarhald á býnum Vuhledar, sum liggur í ein útsynning úr Donetsk í Ukraina.
Harðir bardagar hava verið í býnum, har eini 15.000 fólk búgva, tó at nógv teirra eru flýggjað.
Býurin liggur nærhendis einum øðrum býi, Pavlivka, sum verður mettur at vera strategiskt sera týdningarmikil.
Býrurin er kringsettur og sagt verður frá hørðum bardøgum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo